Aftur regn og torusláttur í Danmark

Grimdarregn og torusláttur hava elvt til trupulleikar nógvastaðni í Danmark í nátt Har suðuri á Falster fór streymurin, tá toran sló niður í elleiðingina, og í Tommerup á Fyn brann eitt verkstað í grund, eftir at toran hevði sligið niður í tað.

Í Odense, Slagelse og í Kalundborg megnaðu kloakkirnar ikki at taka tað nógva regnið, so har stóðu fleiri gøtur undir í vatni. Eisini í Suðurjyllandi hevur tað tegnað illa, men tó ikki so illa sum gjáranáttina, tá ein regnið oyðilegði ein veg og eina jarnbreyt.

Danska veðurstovan sigur, at tað fer at regna í dag afturat, men at so verður turrari nakrar dagar.