Aftur regn í morgin

Hóast dagurin í dag sær út til at halda sær rímuliga væl, so kunnu vit rokna við regni aftur í morgin.

Hóast dagurin í dag sær út til at halda sær rímuliga væl, so kunnu vit rokna við regni aftur í morgin.

 

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur í Miðlahúsinum sigur, at í morgin kunnu vit rokna við hvøssum vindi av landsynningi og regn av og á.

 

Mikudagin verður turrari veður, yvirhøvur turt og sólglottar og hitini millum 3 og 6 stig, so enn eru einki sum bendir á kaldari veður.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Peturi Skeel Jacobsen.