Aftur regn í dag

Heldur ikki í dag verður turt veður

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað aftur í dag verður nakað av regni.

Tað verður 5-10 m/s av landsynningi, skýggjað, mjørki og onkur æl. Út á fyrrapartin verður meira áhaldandi regn. Seinnapartin fer vindurin í útsynning og minkar. Tað verður klárari í veðrinum. Hitin verður millum 10 og 15 stig.

Í morgin verður 3-8 m/s av suðri, sum fer í eystan og veksur upp í 5-10 m/s. Fyrst á degnum sólglottar, út á kvøldið regn av suðri. Hitin verður millum 12 og 15 stig.