Minst tríggjar libanskar rakettir vórðu í morgun skotnar inn í Norðurísrael. Eingin fekk skaða. Ísraelska sjónvarpið sigur, at rakettirnar duttu niður tætt uttan fyri býin Kiryat Shmona, og fólk í býnum siga, at tey hoyrdu brestirnar. Hetta er aðru ferð í eina viku, ar Ísrael verður rakt av rakettum úr Suðurlibanon. Undir krígnum í 2006 sendi Hizbollah fleiri hundrað rakettir inn í Norðurísrael, men Hizbollah sigur seg ikki hava skotið nakrar rakettir inn í Ísrael síðani. Eygleiðarar halda tí, at tað er onkur palestinskur bólkur, sum hevur sent rakettir úr Suðurlibanon inn í Ísrael.










