Aftur úr Norðurnorra við íblástri

-Henda ferðin hevur lært meg, at oljuvinna er nakað, sum tekur tíð, og tað kann eisini vera positivt. Tað ger, at føroysk vinna eisini kann fóta sær og mennast í tí tíðarbilinum og vera við sigur Bjarni Djurholm , landsstýrismaður , nú hann júst er komin heimaftur av síni fyrstu fferð í útlandinum sum oljumálaráðharri

Við Atlantsflogi í Norðurnoregi


Føroyska ferðalagið, sum í gjár fór til Norðurnoregs við Atlantsflogi , kom heimaftur í øllum góðum tíðliga fríggjamorgunin. Eftir at hava undirskrivað tann størsta sáttmálan hjá Atlantsflogi nakrantíð varð farið longu leiðina úr Stord til Alta í Norðurnorra. Haðani gekk leiðin til Hammerfest, har landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm og stjórin á Oljufyrisitingini, Sigurd í Jákupsstovu saman við 40 øðrum umboðum úr Føroyum sóu útbyggingina av tí risastóru Snøhvid-verkætlanini.

Hetta er fyrsta uttanlandsferðin hjá Bjarna Djurholm, síðani hann gjørdist landsstýrismaður í oljumálum. Hann er eisini sera fegin um ferðina, sum hann sigur hevur givið sær góða ballast at leggja til brots í sínum nýggja landssstýrissessi.

-Eg havi lært nógv av hesum túrinum, hóast hann bert vardi í eitt samdøgur. Tú kemur í eitt umhvørvi, sum er nógv øðrvísi enn tað tú kennir heimanífrá. Tí dimentiónirnar og tølini eru so nógv størri. Man sær týðuliga, hvussu nógv fyrireiking skal til og hvussu tíðarperspektivið er. Norðmenn raktu við gass í Barentshavinum í 1979 og ikki fyrr enn í 2006 fer tú undir at framleiða gass. Vit tosa tí um eitt tíðarperspektiv uppá 10 til 25 ár, so eg havi lært, at man skal venja seg við tankan , at oljuvinna er nakað, sum tekur tíð.

Bjarni Djurholm heldur fyri, at okkara egni landgrunnur er lítið kannaður í mun til onnur øki, sum ikki koma í rakstur fyrr enn hálvan mansaldur aftaná. Hesin túrurin hevur víst mær, at oljuvinna er ikki nakað, sum hendir frá degi til dags. Tað er ein long prosess, og tað kann eisini vera positivt. Tað ger, at føroysk vinna eisini kann fóta sær og mennast í tí tíðarbilinum og vera við.