Partille Cup er heimsins størsta ungdómskapping í hondbólti, kappingin byrjaði í 1970, í býnum Partille. Í 2004 var Partille cup vorðin ein ov stór kapping til býðin Partille, og tí var avgjørt at flyta til Gøteborg.
Hetta er 5. ferð at felagið úr Hoyvík er við í kappingini, fyrstu fer var í 2011. Neistin hevur eisini til vana at fara til Partille cup, liðini fara upp á skift annað hvørt ár.
Í ár byrjar Partille cup 2. juli og endar 7. juli. Tað er í viku 28 hvørt ár.
Forskvinnan í H71, Anna Dam, sigur soleiðis um kappingina
– Partille Cup er heimsins størsta hondbóltskapping, og H71 luttekur á fimta sinni í kappingni í Gøteborg. Umleið 25.000 leikarar væntast at luttaka í ár. Vit hava meldað 17 lið til hesuferð og umframt leikarar so koma hópin av foreldrum og systkjum eisini við. Í alt er hópurin sum fer til Gøteborg uml. 400 fólk, so tað verður manntómt í Hoyvík fyrstu viku í juli.
H71 eru ikki bara til Partille Cup fyri at spæla ímóti teimum bestu, tey vilja eisini vinna.
– Seinru árini hava okkara lið sum heild klárað seg væl. Seinast luttóku vit í trimun a finalum og einari b finalu. Vit Hava eisini vunnið Partille Cup hjá dreingjum einaferð við einum liði av 11 ára gomlum dreingjum. Hóast vit venja miðvíst fram ímóti luttøkuni, so er tað sosiala av størsta týdningi. Flestu av okkara mansleikarum eru við sum venjarar hjá børnunum og flestu av okkara kvinnum, sum spæla á besta liðnum, luttaka sjálvar í U 21 kappingini. Partille Cup er sera gevandi fyri felagið. Foreldur og børn læra sostatt nýggj fólk at kenna, hugni og góð samvera er eisini í hásæti, sigur Anna Dam, forskvinna í H71.