Flogferðsla
Um tú ætlar til til Keypmannahavar í summar ber til at ferðast millum Vágar og Kastrup fyri 1865,- krónur báðar vegir. Og tá eru øll avgjøld íroknað.
Soleiðis stendur í tíðindaskrivi, Maersk Air hevur sent út um dagarnar. Tíðarskeiðið, ferðast kann fyri hendan prísin, er frá 7. juli til 2. september. Í sama tíðarskeiði ber til at ferðast úr Vágum til Billund og aftur fyri 1.903,- krónur.
Treytir eru tó lagdar við hesum ferðaseðlum. Teir skulu keypast í tíðarskeiðnum frá 29. juni til 25. august og nýtast í áður nevnda tíðarskeiði.
Fyri at fáa hesar bíligu ferðaseðlarnar, skulu í minsta lagi tvey fólk vera í ferðalagi, eins og tey skulu vera burtur minst eitt vikuskifti. Ella sum tað verður sagt í tíðindaskrivinum frá Maersk Air, er leygar- og sunnudagsreglan galdandi. Tann, sum ferðast við slíkum ferðaseðli, skal verða burtur í mesta lagi 21 dagar. Og ikki ber til at fáa ein goldnan ferðaseðil endurgoldnan ella broyttan.
Hetta tilboðið líkist nógv teimum, sum Maersk Air fyrr hevur boðið føroyingum. Tó er tað nýggja í hesum, at tað er galdandi í háarstíð, meðan hini bert hava verið uttan fyri sjálva summarfrítíðina.
Keld Mosgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air, sigur í tíðindaskrivinum, at Maersk Air nú endurtekur tey væleydnaðu átøkini frá fyrr.
?Vit gleðast um stóru undirtøkuna frá føroyingum og vilja á hendan hátt kvitta fyri ta undirtøkuna, sigur Keld Mosgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air, í tíðindaksrivi í samband við nýggja prísátakið á Føroyarutuni.