Aftur ov fáir minuttir til Jóan Símun

Bundesligan: Venjarin hjá Arminia Bielefeld verður revsaður fyri at brúka toftamannin ov lítið

Arminia Bielefeld tapti aftur í dag, og aftur kom Jóan Símun Edmundsson ov seint á vøllin til at gera mun. Arminia Bielefeld tapti í dag 2-1 á útivølli móti Wolfsburg. Føroyski landsliðsspælarin fekk bara fýra minuttir á vøllinum.

Tað er longu nakað síðani, at Jóan Símun Edmundsson kom inn móti FC Køln og vann fyrsta dystin fyri Arminia Bielefeld í fleiri ár í bestu deildini. Dystin eftir fekk hann nakrar fáar minuttir og mundi skorað aftur.

Seinastu tveir dystirnar hevur hann fingið nakrar heilt fáar minuttir. Í dag var Wolfsburg á odda 2-0 aftaná tjúgu minuttir. Teir skoraði í 19. og 20. minuttir. Seinni málskjúttin var Maximilian Arnold, sum í oktobur 2015 skoraði móti føroyska U21-landsliðnum við týska U21-landsliðnum.

Móti dystarenda kom Arminia Bielefeld betri við og Sven Schipplock minkaði um munin. Tríggjar minuttir fyri tíð kom Uwe Neuhaus, venjari, til tað niðurstøðu at skifta ein av vandamestu spælarum hjá Arminia inn. Tað var for seint til at gera nakran mun.

Eftir eina spennandi byrjan við einum sigri og einum javnleiki, so verður Arminia Bielefeld nú standandi á fýra stigum fyri fimm dystir.

1RB Leipzig541012:313
2Bayern München540122:812
3Dortmund540111:212
4Stuttgart522110:68
5Mönchengladbach52218:88
6Werder Bremen52217:78
7E. Frankfurt52217:98
8Hoffenheim52129:77
9Augsburg42115:37
10Wolfsburg51404:37
11Union Berlin51318:66
12Leverkusen41303:26
13Freiburg51316:96
14Arminia Bielefeld51134:84
15Hertha Berlín51049:123
16Köln50235:92
17Schalke50142:191
18Mainz50054:150