Ein nýggj tingseta avloysir skjótt ta farnu. Ólavsøkudag verður politiska kósin sett av nýggjum, við sama skipara á brúnni. Á ólavsøku leggur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fram ein nýggjan løglista, sum inniheldur øll tey mál, samgongan ætlar at avgreiða áðrenn komandi tingsetan er runnin. Men hvussu sær so tann farna tingsetan út í politikki? Hvørji vóru politisku stórmálini, hvørjar vóru gølurnar, og hvørji politisk avrik fara í søgubøkurnar? Her fær tú eitt yvirlit yvir skjótt farna politiska árið. <br />Samanumtikið er tað eitt politiskt ár við nógvum kontrastum. Tað byrjaði við einari bumbu og endar við einari potentiellari bumbu. Fleiri smámál fylla nógv í politiska kjakinum, meðan stórmálini ikki eru eins mong í tali, sum tey vóru í fyrsta árinum hjá hesi samgongu. Marknagilsdepilin verður skotin í gongd og Landsbankin lagdur niður. Lex Varðin sær dagsins ljós meðan landsstýrismannalønirnar ongantíð komu á mál. Stýrið fyri ALS varð rent til hús fyri at renna stjóran til hús, og stjórin í Almannaverkinum varð offraður fyri at steðga eini politiskari gølu. Samanumtikið er talan nokk ikki um eitt politiskt ár, sum fer at standa eftir sum nakað serstakt ár. Samanumtikið er talan um eitt arbeiðsár hjá samgonguni. Og samanumtikið var tað eitt ár, har tað einasta, ið veruliga fekk andstøðuna at rembast við var, at ein fyrrverandi javnaðarleiðari skeyt upp at skipa ein reyðan blokk. Tá ruku stóru andstøðuflokkarnir í klórnar á hvørjum øðrum, meðan samgongan fekk arbeiðsfrið. Vit eru komin runt í einum politiskum ári – og samanumtikið er aftur og fram líka langt.<br /><br />Yvirlitið byggir á allan tann politiska dekningin í Sosialinum síðani farnu ólavsøku.
29. juli 2012
Sambandsløgmaður avmonterar ríkisfelagsskapin
- Eg droymi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum. Í greiðari útmelding í ólavsøkurøðuni byrjar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, tingsetuna við einari politiskari bumbu. Hann vil avmontera ríkisfelagsskapin sum vit kenna hann og føra Føroyar inn í ein nýmótans ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum.
29. juli 2012
Løgmaður: Landsstýrismannalønir skulu broytast
- Tað hevur verið funnist at lønarviðurskiftunum hjá landsstýrisfólkum. Eg haldi, at skipanin skal broytast. Í løtuni endurskoðar ein óheft nevnd viðurskiftini, og ætlanin er at leggja uppskot til nýggjar reglur fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.
Boðskapurin frá Løgmanni er ikki til at taka feil av. Áðrenn næstu ólavsøku skal Løgtingið fáa høvi at taka støðu til lønirnar hjá løgmanni og landsstýrismonnum.
1. august 2012
Løgmaður vil hava dagførdan ríkisfelagsskap
Løgmaður byrjar at bakka eitt sindur.
- Sambandsflokkurin vil ikki hava fullveldi. Eg vil, at mín flokkur hevur eitt skikkað boð upp á ein dagførdan og nútíðarbæran ríkisfelagsskap, tá løgtingsval verður aftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
13. august 2012
Løgmaður: Blokkurin burtur um 10 ár
Komandi 10 árini verða tey 15 málsøkini, sum enn eru eftir at yvirtaka sambært yvirtøkulógini, tikin á føroyskar hendur. – Tá skulu vit eisini sjálvi gjalda, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í grein, sum henda dagin er endurgivin úr danska blaðnum Politiken. Greinin er skrivað stutt áðrenn ólavsøku.
13. august 2012
Ósemja hevur stungið seg upp í Sambandsflokkinum
Bárður Nielsen, tingmaður, Johan Dahl, næstformaður og Edmund Joensen, fólkatingslimur finnast hvassliga at útsøgnunum hjá Kaj Leo Johannesen í ólavsøkurøðuni.
- Kaj Leo Johannesen stendur púra einsamallur í flokkinum við dreyminum um ein komandi ríkjafelagsskap, sigur Alfred Olsen
17. august 2012
Sambandið: Ríkis heldur enn ríkjafelagsskap
Tingbólkur Sambandsfloksins hevur havt fund, og niðurstøðan er, at flokkurin fer undir at evna eitt uppskot til dagføring av ríkisfelagsskapinum
17. august 2012
Løgmaður viðgongur at hava ført tí almenna tap
Í Degi & Viku viðgongur Løgmaður, eftir at Sosialurin eitt longri tíðarskeið hevur koyrt greinarøð um hetta, at partafeløg hjá løgmanni hava givið tí almenna og øðrum tap.
20. august 2012
Løgmaður boykottar Sosialin
Eftir at Sosialurin eitt longri tíðarskeið hevur koyrt greinarøð um, at partafeløg hjá løgmanni hava givið tí almenna og øðrum tap, koma boð av Løgmansskrivstovuni um at Føroya Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, ikki longur ynskir at halda Sosialin.
21. september 2012
Annika Olsen: Pensjónirnar skulu hækka 50 krónur
Hóast pensjónistar hava kravt, at fólkapensjónin skal hækka 220 krónur um mánaðin, sigur landsstýriskvinnan, at tað ongantíð hevur ligið í kortunum. Fólkapensjónin skal hækka 50 krónur um mánaðin, og tað skulu aðarar pensjónir eisini, sigur landsstýriskvinnan. Sostatt metir landsstýriskvinnan seg ikki hava brotið nakað lyfti, tí hækkingin á 50 krónur um mánaðin svarar til eina hækking upp á 0,85 prosent, sum er tað sama, sum lønirnar eru hækkaðar.
1. oktober 2012
Fíggjarlógarmánaðin: Stórar sparingar hótta Strandfaraskip Landsins
Oktober er vanliga tann stóri fíggjarlógarmánaðin. Fíggjarlógin skal skjótt leggjast fram, og arbeitt verður við at finna milliónirnar. Stórar sparingar hótta SSL, og útlitini til eina játtan í 2013, sum tódnar 7,7 milliónir krónur í mun til 2012, merkir eisini, at útlit eru til færri túrar og dýrari ferðaseðlar í 2013.
3. oktober 2012
Fíggjarlógarmánaðin: Hópuppsagnir spøkja á Landssjúkrahúsinum
Oktober er vanliga tann stóri fíggjarlógarmánaðin. Fíggjarlógin skal skjótt leggjast fram, og arbeitt verður við at finna milliónirnar. Stórar sparingar skulu eisini gerast á Landssjúkrahúsinum komandi árini. Læknastjórin sigur, at tað slepst ikki undan uppsagnum – í ringasta føri rúka eini 30 – 50 fólk. Sjúkrahúsið vil sleppa at krevja brúkaragjøld, eitt nú 100 kr. fyri at koma á skaðastovuna
6. oktober 2012
Janus Rein fer úr Framsókn
Janus Rein boðar henda dagin frá, at hann ikki longur umboðar Framsókn á tingi, men nú er uttanflokkatingmaður. Hetta eftir at hann má staðfesta, at samstarvið millum hann og formannin Poul Michelsen síðani løgtingsarbeiðið byrjaði, als ikki hevur verið nøktandi
Poul Michelsen sigur, at hetta kemur sum eitt snarljós av fagurbláum himni, og at hann veit als ikki, hvat gekk galið.
8. oktober 2012
Stríðið um Varðan á Tvøroyri
Stríðið um útbyggingina hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri byrjar av álvara. Fornminnissavnið biður Tvøroyrar Kommunu steðga við útfyllingini av havnabassenginum, til kannað er, hvørja ávirkan útfyllingin kann fáa fyri friðaðu bygningarnar. Herfrá er ikki langt, til málið verður lyft upp á hægsta politiska stiga.
12. oktober 2012
Listafólk vilja boykotta landsstýrið
Ætlanin hjá landsstýrinum at skerja játtanina til Mentanargrunn Landsins fær bikarið hjá Sunnleifi Rasmussen at flóta yvir. Hann mælir øllum listafólkum at boykotta tiltøk, sum landsstýrið skipar fyri. – Vit hava eina ørgrynnu av listafólki, men sum samfelag virða vit tey ikki frægari enn lortin undir neglunum, sigur Sunnleif Rasmussen.
9. november
Samgongan ein frammaná í veljarakanning
Nýggj veljarakanning fyri Sosialin vísir, at samgongan gongur 6,2 prosent aftur og hevði tódnað úr 19 niður í 17 tingfólk, um val var henda dagin. Hóast hetta varðveitir samgongan meirilutan. Hetta er tó munandi betri enn seinasta veljarakanningin fyrst í juli, ið gav andstøðuni ein meiriluta við 18 tingfólkum.
19. november 2012
Miðflokkurin vil hjálpa kvinnum at føða børn
Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, leggur síðstu hond á eitt lógaruppskot um at broyta fosturtøkulógina. Lógarbroytingin skal gera tað lættari at koma í verðini, sum formaðurin í Miðflokkinum sigur tað.
20. november 2012
Kringvarpið kemur við falliterklering
Kringvarp Føroya hevur nýtt ov nógvar pengar, í mun til hvussu nógv tey hildu seg hava. Nýggi kringvarpsstjórin, Dia Midjord, boðar frá, at bremsurnar verða høgdar í, og at sparingar fyri tríggjar milliónir krónur skulu gerast, tað ið eftir er av árinum. Skráin skal leggjast um og upp til 30 fólk sigast úr starvi. Málið fer beint upp á hægsta politiska stig, har landsstýrismaðurin Bjørn Kalsø leggur alla ábyrgd á leiðslu og stýrið í Kringvarpinum. Kjakið um at leggja kringvarpsgjaldið inn undir skattin fær nýtt lív og fyllur miðlarnar.
23. november 2012
Samgongan uppgevur at hækka blokkin
Samgongan hevur slept ætlanini at fáa donsku ríkisveitingina ti Føroya at hækka. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, staðfestir, at ongar samráðingar hava verið við donsku stjórnina um at hækka blokkin við eini trýtaldari milliónaupphædd. – Tað var ikki stórt forstáilsi fyri, at ríkisveitingin skuldi hækka yvir 100 milliónir, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
- Eg tapi ikki sama dyst tvær ferðir, leggur hann afturat, tá hann er spurdur um ætlanin framvegis er, at ríkisveitingin skal hækkast 130-150 milliónir.
Hækkaða ríkisveitingin var eitt av høvuðsmálum Sambandsflokksins til Løgtingsvalið í 2011.
24. november 2012
Vestergaard: Vit áseta egna sildakvotu
Longu á landsfundi Fólkafloksins í november mánaði boðaði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, frá, at avtalan um Norðhavssildina við hini strandalondini er uppsøgd, og at Føroyar fara at áseta sær sína egnu kvotu, júst sum við makrelinum.
24. november 2012
Jørgen kongur í Fólkaflokkinum
Tá landsfundurin hjá Fólkaflokkinum byrjaði henda dagin varð boðað frá, at leiðslan í flokkinum hevði havt fund, og har kom fram, at eingin stillaði upp móti Jørgen Niclasen. Stórur spenningur var um hetta, tí á seinasta landsfundi hevði Annika Olsen stillað upp móti Jørgen Niclasen, men varð vrakað av tingbólkinum. Hesaferð bjóðaði eingin konginum av.
5. desember 2012
Avrikslistin avdúkaður
Landsstýrið avdúkar ein sonevndan avrikslista, sum sambært løgmanni skal skapa opinleika og gjøgnumskygni, so allir føroyingar síggja, hvar ymsu málini liggja. Øll tey mál, samgongan hevur sett sær fyri at fáa ígjøgnum hetta valskeiðið eru á listanum, og so verða flugubein sett við málini, so hvørt tey eru fingin frá hondini.
14. desember 2012
Landsbankin avtakast
Løgtingið samtykkir endaliga, at Landsbanki Føroya, við virknaði frá 1. apríl 2013, skal takast av. Uppgávurnar verða spjaddar út millum ymsar stovnar, so sum Gjaldsstovuna og Fróðskaparsetur Føroya.
17. desember 2012
Privat vilja byggja fyri landið
Privat reiðarí venda sær til Fiskimálaráðið og bjóða sær til at byggja og reka eitt nýtt havrannsóknarskip. Landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard, sigur at privata loysnin er tann einasti møguleikin at fáa nýtt havrannsóknarskip í bræði.
17. desember 2012
Vápnalógin skal herðast
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður við innlendismálum, hevur sett sær fyri at herða vápnalógina í Føroyum. Fyrsta stigið skal verða at krevja, at øll, ið ætla sær at keypa vápn, hava verið á skeið í at brúka byrsu, og at hetta skal prógvast í handlinum, haðani tey keypa byrsuna. Harafturat umhugsar landsstýrismaðurin, at øll vápn í landinum skulu skrásetast
11. januar 2013
ALS-Gølan fer á rull
Stjórin í ALS, Ernst Jacobsen, verður avhøvdaður. Stýrið hevur mist álitið á honum, og sendir hann til hús við einum gyltum lógvataki. Herfrá rullar gølan í vikur, og politikarar landsins smæðast ikki burtur at siga sína hugsan. Málið endar á landsstýrismannaborði, og verða landsins stýrislimir at enda skiftir út.
16. januar 2013
25 krónur bíligari at flúgva úr Føroyum
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, vil lækka illa umstrídda ferðaavgjaldið, sum er upp á 120 krónur. Konkret skal tað lækkast niður í 95 krónur, sum merkir, at tað verður heilar 25 krónur bíligari at ferðast úr Føroyum.
16. januar 2013
Álit um landsstýrismannalønir handað
Arbeiðsbólkurin er liðugur við sítt arbeiði og hevur handað løgmanni eitt álit, ið fortelur honum hvussu nógva løn hann og landsstýrisfólk skulu hava. Álitið leggur upp til eina lønarhækking til løgmann og landsstýrisfólk upp á 30 prosent og ein skattafrían ráðharrabil. Afturfyri skulu gullrandaðu løg- og landsstýrismannapensjónirnar og okursdýru koyripengarnir takast av.
Løgmaður vil taka málið upp á fyrsta landsstýrisfundi og annars arbeiða skjótt. Hesaferð verður tó einki nevnt um, at málið skal leggjast fram í hesi tingsetu (sí annars fráboðan Løgmans í Ólavsøkurøðuni 29. juli)
23. januar 2013
Miðflokkastríð um brúkaragjøld í heilsuverkinum
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sent uppskot til hoyringar, har hann biður um heimild at taka brúkaragjøld fyri sjúklingar, sum verða liggjandi á sjúkrahúsi, hóast teir eru liðugt viðgjørdir.
- Hetta fer Miðflokkurin aldrin at góðtaka, og kemur Karsten Hansen við einum slíkum uppskoti, hava vit ein stóran innanfloks trupulleika í Miðflokkinum, sigur Jenis av Rana, formaður.
25. januar 2013
Løgmaður: Sandoyartunnilin byrjar um tvey ár
Løgmaður vil av álvara taka málið um sandoyartunnilin upp í samgonguni, við tí endamáli at skunda undir arbeiðið. Gongst, sum hann vil, verður koyrandi um sjey ár.
- Vit hava ikki ráð til at missa suðurøkið í Føroyum úr føroyska samfelagnum, sigur løgmaður.
25. januar 2013
Løgmaður veit einki um brúkaragjøld
Løgmaður skrivar á facebook, at hann einki veit um nakra politiska ætlan at krevja gjøld frá sjúklingum. Hetta skrivar hann eina viku eftir, at lógaruppskotið frá Karsten Hansen er sent út til hoyringar (sí Miðflokkastríð um brúkaragjøld í heilsuverkinum, 23. Januar 2013).
30. januar 2013
Fámará aftur í høvdið
Fiskimálaráðið ógildar søluna av festinum í Fámará og biður samstundis Búnaðarstovuna viðgerða alt málið av nýggjum. Málið um nógv umstrídda festið kann sostatt byrja heilt av nýggjum.
6. februar 2013
Selja banka fyri undirsjóvartunnil
Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, vil hava landsstýrið at kann møguleikarnar fyri at fíggja Sandoyartunnilin. Eisini møguleikarnar at selja restirnar av BankNordik og Atlantsflog fyri at fíggja hetta.
8. februar 2013
Reyði blokkurin hjá Eidesgaard
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður og formaður í Javnaðarflokkinum mælir Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum til at skipa ein reyðan blokk. Komandi tvær vikurnar ganga við, at bæði Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fáa sligið fast, at uppskotinum er einki lív lagað. Eingin reyður blokkur skal skipast, eru reyðu andstøðuflokkarnir samdir um.
27. februar 2013
Veljarakanning: Javnleikur millum samgongu og andstøðu
Nýggj veljarakanning vísur, at hevði val verið henda dagin, hevði andstøðan fingið 17 tinglimir og samgongan 16 tinglimir. Best stendur Javnaðarflokkurin seg, sum stendur til at fáa 8 tinglimir – tveir meira enn við valið í 2011. Tjóðveldi vinnur ein tinglim og kemur upp á 7. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin standa til at missa ein tinglim í part. Fyri Sjálvstýrisflokkin merkir tað eisini, at hann hevði mist sína umboðan í Løgtinginum.
1. mars 2013
Lættari hjá útlendingum at flyta til Føroya
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, vil gera tað smidligari og lættari hjá útlendingum flyta til Føroya at búgva og verða integreraði. Til at fremja hetta vil hann seta tiltøk í verk fyri 7,2 milliónir krónur um árið. Í fyrstu løgu er talan um fimm tiltøk, sum skulu setast í verk.
13. mars 2013
Varðin Pelagic II
Kári P. Højgaard leggur seg nú út í málið um byggiloyvið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Í vikuni áðrenn er Lendisnevndin, sum er kærumyndugleiki fyri friðingarnevndina, komin við einari niðurstøðu, sum staðfestir friðingina. Kári P. Højgaard vil nú hava eina serlóg lagda fyri løgtingið, ið kann skunda undir at geva Varðanum Pelagic byggiloyvi uttanum hoyringsfreistir og friðingar.
15. mars 2013
Djurholm: Dahl villeiðir íleggjarar
Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður vði ábyrgd fyri einskiljingini av triðinginum av Atlantsflogi, sleppur einari bumbu í høvdið á Johan Dahl, núverandi landsstýrismanni. Djurholm sigur, at íleggjarar hava alla orsøk at føla seg snýttar, tí lyftið var, at tveir triðingar av felagnum skuldu einskiljast. Johan Dahl hevur í fleiri ár hildið fast við, at næsti triðingurin av Atlantsflogi verður ikki einskildur. Stóru partaeigararnir hava fleiri ferðir víst á, at teir eru bóndafangaðir av Landsstýrinum, og at hetta hevur kostað teimum milliónir.
16. mars 2013
Sambandsflokkurin: Tilfeingisgjald á øll rættindi í fiski- og alivinnu næsta ár
Landsfundur í Sambandsflokkinum. Boðskapurin frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni og formanni í Sambandsflokkinum, er greiður. Fiskiskip og virki skulu miðsavnast í 4-5 feløg, vinnan skal rinda 250-300 milliónir í tilfeingisgjaldi og ein nýggj stjórnarskipan skal tryggja, at føroyingar ikki verða loystir frá Danmark í óðum verkum.
16. mars 2013
Edmund Joensen: Pínligt fyri sambandsflokkin
Edmund Joensen langaði út eftir formanninum í Sambandsflokkinum og førda politikkinum. – Hetta er pínligt og setur sambandsflokkin í ringt ljós. Fyri at siga sum er, kundi politiska handalagið verið betri, sigur fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum. Kaj Leo Holm Johannesen svarar aftur, og sigur at tað nyttar einki at peika eftir hvørjum øðrum.
22. mars 2013
Búskaparráðið purrar landsstýrið út
Nýggi formaðurin í Búskaparráðnum, Sverri Hansen, purrar landsstýrið út. Landsstýrið klárar ikki sín egna málsetning sambært formanninum. Tað haltar at fáa ætlaðu inntøkurnar í kassan, samstundis sum óbrúktar íløgur minka um undirskotið. Tí má landsstýrið endurskoða sína ætlan um at fáa yvirskot á fíggjarlógina í 2016, er greiði boðskapurin.
1. apríl 2013
Landsbankin farin í søguna
Landsbanki Føroya er nú farin í søguna, sum samtykt av Løgtinginum í desember mánaði. Virksemið er niðurlagt og stovnurin farin í søguna. Partar av virkseminum eru fluttir til aðrar stovnar at røkja.
3. apríl 2013
Jenis av Rana: Okkara fíggjarpolitikkur er ein vanlukka
Sjálvt um Miðflokkurin sjálvur er í samgongu, sigur Jenis av Rana, formaður í Sambandsflokkinum, at fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni á nógvum økjum er ein vanlukka.
– Fíggjarpolitikkurin er ein fix idé av brádliga íkomnum hugskotum og innantómum rakstarrópum, og tað má halda uppat, sigur Jenis av Rana.
5. apríl 2013
700 milliónir at steðga fólkafráflyting
Ein heildarætlan verður løgd fram, sum skal venda fólkafráflytingini til fólkavøkstur. Stóra heildarætlanin er ein samlaður pakki við 37 konkretum átøkum fyri tilsamans 700 milliónir krónur. Johan Dahl kallar heildarætlanina fyri eitt vælaverk, meðan andstøðan mælir til at fara til verka beinanvegin og seta tiltøkini í verk.
6. apríl 2013
Tjóðveldi: Føroyar leys av blokkinum um 6 – 8 ár
Á landsfundinum hjá Tjóðveldi sigur Høgni Hoydal, formaður, at danska ríkisveitingin er ikki annað enn ein bagatell í føroyska búskapinum, og at tað er einki fyri at verða leys av blokkinum um seks til átta ár. Formaðurin sigur, at blokkurin er í dag bert 5 prosent av tí, vit sjálvi skapa, og at við einum búskaparvøkstri á næstan 5 prosent um árið kann blokkurin skerast vekk upp á fá ár.
8. apríl 2013
Jenis hóttir aftur um samkynd
Trý andstøðufólk hava boðað frá, at tey á ólavsøku vilja leggja uppskot fram um at loyva samkyndum hjúnalagi. Jenis av Rana er skjótur á avtrekkjaranum og hóttir við at hála Miðflokkin úr samgonguni, um bara somikið sum ein samgongulimur atkvøður fyri uppskotinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jenis av Rana hóttir við at taka Miðflokkin úr samgonguni.
15. apríl 2013
Hakin settur í til Marknagilsdepilin
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, setir hakan í til byggingina av stóra miðnámsskúladeplinum í Marknagili. Størsta skúlaverkætlan í Føroyum. 515 milliónir krónur við øllum, 19.500 fermetrar til støddar og 1.300 næmingar í tali eru ráu tølini fyri stóru verkætlanina, sum eftir tógvið stríð í fleiri ár verður sett í gongd.
26. apríl 2013
ES sanktiónirnar á veg
Tilgongdin at seta í verk handilsbann móti Føroyum fyri okkara sildakvotu er farin í gongd. Føroyar hava ásett sær egna kvotu á 17 prosent av norðhavssildini, meðan hini strandalondini siga okkum hava rætt til 5 prosent. Í Brússel gera tey skjótt av, og seta gongd á arbeiðið at seta í verk handilsbann móti Føroyum.
29. apríl 2013
Kommunurnar nokta at yvirtaka eldraøkið
Kommunusamskipan Føroya ger landsstýrinum púra greitt, at kommunurnar fara undir ongum umstøðum at yvirtaka eldraøkið frá landinum, soleiðis sum samgongan ætlar at tær skulu frá 1. januar 2014. Kommunurnar siga, at ov lítið av pengum fylgja við – kommunurnar vænta sær omanfyri 400 milliónir krónur, meðan fíggjarmálaráðharrin heldur fast við 338 milliónir krónur.
8. maj 2013
Tingið heim
Løgtingið fer henda dagin í summarfrí. Summarferian hjá Løgtinginum varir til næstu tingsetu, sum byrjar ólavsøkudag.
13. mai 2013
Karsten roynir aftur eftir tí tollfría
Karsten Hansen vil gera enn eina roynd at avtaka tollfríu søluna av tubbakki heilt. Fólkaheilsuráðið hevur givið landsstýrismanninum sjey tilmæli, har eitt teirra er at strika møguleikan at innflyta tubbakk tollfrítt. Karsten Hansen hevur roynt at fingið hetta gjørt fleiri ferðir, tó uttan úrslint. Seinasta royndin hjá gomlu ABC samgonguni endaði við salomonsku loysnini, at tubbakksmongdin, ið loyvt var at innflyta, varð skorin niður í helvt.
22. maj 2013
Vápnalógin II (sí eisini 17. desember 2012)
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður við innlendismálum, hevur sett sær fyri at vápnalógin skal herðast. Í heyst skal lógaruppskotið leggjast fram. Uppskotið er, at øll, ið keypa byrsu, skulu hava verið á skeið og hava fingið sær vápnaloyvi, áðrenn byrsan kann brúkast. Eisini vil landsstýrismaðurin hava øll tey, ið eiga byrsu, at fara á skeið og fáa sær vápnaloyvi áðrenn tvey ár eru liðin frá tí, at lógin verðu samtykt.
13. juni 2013
Eldragølan: Eldrarøkt = Vanrøkt
»Høvdu vit farið við okkara børnum, sum vit fara við okkara gomlu, hevði barnaverndin langtsíðani lagt uppí«. Tað er niðurstøðan av fundi í Miðlahúsinum um eldrarøktina í Føroyum, sum er niðurpínd. Her fer gølan um eldrarøktina í Føroyum av álvara á rull. Annika Olsen, ið varðar av økinum, sigur at tørvurin á heimarøkt er nøktaður. Gølan endar (fyribils kanska) við at Annika Olsen tann 9. juli kvettir høvdið av stjóranum í Almannaverkinum, Petru J. Joensen.
17. juni 2013
Tunnilsgøla
Tað kemur fram, at hvørki almenningur ella andstøða fáa nakað sum helst at vita frá landsstýrismanninum í innlendismálum, Kára P. Højgaard, um hvat felag kann fáa einkarætt til at byggja, eika og reka størstu íløgu í Føroya søgu, Skálafjarðatunnilin. Her frá og langt inn í juli mánað rullar gølan um Skálafjarðatunnilin og loyniliga sáttmálan við privata íleggjaran, sum skuldi undirskrivast, men ongantíð varð undirskrivaður kortini.
17. juni 2013
Sildafundurin í Tinganesi
Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum og Løgmaður halda tíðindafund í Tinganesi um svarið, teir hava sent fiskivinnukommiserinum í ES, Mariu Damanaki, um ætlaðu handilsforðingarnar móti Føroyum. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, krevja »fair play« frá Goliat, sum teir kalla ES.
18- 20. juni 2013
Helle vitjar
Forsætisráðharrin og maður hennara vitja Føroyar. Hetta er fyrsta almenna vitjan hjá Helle Thorning-Schmidt, síðani hon gjørdist forsætisráðharri í Danmark í 2011.
2. juli 2013
Villy meklar
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eru á fundi hjá danska uttanríkisráðharranum, Villy Søvndal. Villy roynir seg sum meklara í spentu støðuni millum Føroyar og ES um býtið av Norðhavssildini, har ES hóttir við handilsforðingum móti Føroyum. Villy vil hava báðar partar aftur til samráðingarborðið, og sigur seg hava góðar vónir um júst hetta.
8. juli 2013
Tunnilsgøla II
Nýggjar útrokningar frá Landsverk avdúka, at privata tunnilsætlanin hjá Kára P. Højgaard kann gerast heilt upp til 3 milliardir krónur dýrari at byggja og reka, enn tann almenna loysnin. Kári P. Højgaard vildi ikki laga Løgtinginum upplýsingarnar í málinum, tí hann helt tølini verða óbrúkilig og óneyðug at upplýsa Løgtinginum. Álitið á Kára P. Højgaard í samgonguni ridlar, og er fullkomiliga rokið í andstøðuni.
12. juli 2013
Fjaldar milliónir til fyrireikingar
Kaj Leo Holm Johannesen biður í trúnaði Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum geva sær sjey milliónir krónur uttanum Løgtingið til at fyrireika seg til eitt møguligt handilsboykott frá ES mótvegis Føroyum. Boykottið er liður í stríðnum um Norðhavssildina, har vit sjálvi hava ásett okkum 17 prosent av kvotuni.
19. juli 2013
ES-boykottið á gáttini
Handilsboykottið frá ES móti Føroyum er á gáttini. ES-Kommissiónin hevur latið uppskotið til serligu fiski- og alivinnunevndina hjá ES at taka støðu til. Tosað verður um, at boykottið skal setast í verk 1. august, meðan aðrar røddir vilja verða við, at bíðað verður inntil eftir næstu samráðingarnar um býtið av Norðhavssild, sum verða í september.
26. juli 2013
Dagurin í dag
Her standa vit í dag. Tingsetan er komin at enda og ólavsøkudag verður Tingið sett av nýggjum. Eitt nýtt tingár byrjar, summi mál verða avgreidd, meðan onnur nýggj mál stinga seg upp og verða løgd fyri Løgtingið. Ólavsøkudag stingur løgmaður út í kortið, hvør tann politiska kósin verður komandi árið. Ríkjafelagsskap ella ei.