Aftur á Norðhavið í morgin

Í seinastuni hevur viðrað illa hjá bátunum, sum hava gjørt seg út til at royna eftir várfiski á Norðhavinum. Men í dag gera bátar í Klaksvík aftur klárt til at loysa. Seinastu dagarnar hevur lítil várróður verið við snellu hjá bátunum, sum Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík avgreiðir.

Tað hevur viðrað illa, og bátarnir hava ikki verið úti.

Í dag eru bátarnir heldur ikki úti, men sum skilst á landingarmiðstøðini, hava onkrir bátar, sum ætla sær útaftur í morgin, tikið ís í morgun.

Seinastu dagarnir hjá bátunum, sum liggja framvið á Norðhavinum, royndust ikki nakað serligt. Teir, sum høvdu frægast, høvdu upp í eitt kar av fiski, ella eini 600-800 pund.

Nakað herfyri var onkur góður dagur, og tá fingu bestu bátarnir upp í eini 1800 pund.

Várróðurin hevur ikki eydnast so væl í ár, sum útróðrarmenn høvdu vónað.

Hjá størru útróðrarbátunum í Klaksvík hevur fiskiskapurin verið hampiligur í seinastuni. Teir hava ligið millum sløk 100 pund og góð 100 pund á línuna.