Aftur Nistelrooy

Real Madrid helt fast um oddastøðuna í la Primera, tá teir leygardagin vunnu á útivølli móti Atheltic Bilbao

Einsamalla málið í dystinum var sum ikki einaferð skotið av hollendska Ruud van Nistelrooy. Eftir 15 umførum hevur Real Madrid nú 35 stig, og eru teir fýra stig framman Barclona á øðrum plássi.