21 námsarbeiðsmenn doyðu, tá ein spreinging var í einum kolanámi í útsynningspartinum av Kina í gjár. Tað skrivar tann almenna tíðindastovan Xinhua. Myndugleikarnir kanna nú, hví vanlukkan hendi.
Vanlukkan var í einum námi í býnum Anshun, sum er í Guizhou-landspartinum, og tað letur umleið 150.000 tons av koli um árið.
Tað hava verið rættiliga nógvar vanlukkur í kinesiskum kolanámum, og fleiri av vanlukkunum hava avdúkað, at trygdarviðurskiftini eru ikki nøktandi, skrivar Reuters. Tað seinasta árið hava námsvanlukkur í Kina kravt umleið 2.600 mannalív.










