Tað er, um ikki gerandiskostur, so næstan, at fólk noyðast í fjøllini at bjarga ferðafólki, sum eru komin sær í óføri.
Og aftur í gjár hendi tað, at løgreglan mátti senda fólk í fjøllini at leita eftir einum ferðafólki, sum viltust.
Hesa ferð var talan um ein fransmann, ið var farin upp á Villingardalsfjall. Men beint eftir døgverða ringdi hann á løgreglustøðina og boðaði frá, at mjørki var komin á hann, og at hann hann fann ikki oman aftur.
Tað einasta, hann visti, var, at hann var farin av Viðareiði og hevði gingið í tveir tímar, men umm hann hevði gingið til høgru, ella til vinstru, ella í rundingar, visti hann ikki, og hann sá heldur einki. Annars gekk strilti at samskifta við hann, tí hann var ikki serliga stívur í enskum.
Hann segði ringdi í góðari tíð, tí hann hevði næstan einki battarí eftir á fartelefonini. Hann segði, at hann var kaldur og vildi hava løgregluna at senda tyrluna eftir sær.
Løgreglan royndi at greiða honum frá, at tyrlan fekk einki gjørt undir slíkum umstøðum, og annars var tað sjáldan fyrsta stigið at taka. Løgreglan fekk kortini fatur á staðkendum fólki, sum gjørdu seg til at fara at leita.
Bóndin, sum eigur hagan, hevur verið so umhugsin, at hann hevur sett pinnar, í jørðina, sum fólk kunnu ganga eftir, men teir ganga ikki heilt niðan á.
Og áðrenn leitingin var komin nakran serligan veg, komu aftur boð frá ferðamanninum um, at hann hevði funnið pinnarnar aftur og at hann sostatt fann oman aftur sjálvur.