Alt hatta rokið til onga verðsins nyttu. Torbjørn Jacobsen hevur leikað í eina løtu, men etur so alt í seg aftur. Vit kunnu bert enn einaferð staðfesta, at tómar tunnur buldra mest.
Hvat skuldi tað til? Torbjørn Jacobsen fór ivaleyst ikki heilt skeivur, tá hann í kjakinum karakteriseraði Fólkaflokkin. At hann so skuldsetti løgmann og fiskimálaráðharran er so ein onnur søk, men tað hevur hann so alt etið í seg aftur. Skuldsetingar sum tær, ið vóru á lofti, eru ov álvarsligar til, at menn ganga og tveita um seg við teimum, fyri so bert at halda øll til rukku og trekkja tær aftur í síðstu løtu. Hevur Tjóðveldisflokkurin ikki eitt stórt problem, nú Torbjørn Jacobsen eftir øllum at døma aftur hevur sagt ósatt alment?
Spurningurin er nú, hvør hevur bukað hvønn uppá pláss. Er tað Torbjørn Jacobsen, ið er bukaður uppá pláss av sínum egnu, ella er tað sum ikki einaferð Tjóðveldisflokkurin, ið er bukaður uppá pláss av Fólkaflokkinum. Tað er vist, at nógvir kamelar eru svølgdir fyri fullveldið. Tá nú fullveldisætlanin er løgd á ís og vit hava eina heimstýrissamgongu við borgarligari slagsíðu, við onkrari hissini yvirtøku, so er ilt at síggja, hví tjóðveldisflokkurin letur sær alt lynda. Fólkaflokkurin hevur øll vinnumál í Tinganesi og hevur tí buktina og báðar endar, meðan Tjóðveldisflokkurin sleppir at umsita nøkur mál undir heimastýrinum. Er tað, at sita við valdið vorðið eitt mál í sær sjálvum hjá Tjóðveldisflokkinum?
Nú tá fullveldisætlanin er løgd á ís, og vit hava eitt vanligt heimastýrislandstýri, so kemur alt týðiligari fram, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin hava ilt við at semjast um nakað sum helst uttan fullveldi. Áralagið hjá sitandi samgongu er sum at síggja grindalokk fara til gongu, og eingi tekin eru um, at hetta fer at batna.
Tað kann væl verða, at Torbjørn Jacobsen var heldur ófantaligur í orðavalinum í hansara seinasta nummari, men tað skerst ikki burtur, at Torbjørn Jacobsen hoyrir til teir í Tjóðveldisflokkinum, ið er ímóti privatiseringsætlanunum, sum Fólkaflokkurin kókar upp. Esini er hann eina teimum fáu Tjóðveldismonnunum, ið hevur talað alment ímóti privatisering av kongsjørðini. Nú er bara fryktandi, at hann eisini har fer at bakka, tá man eftir øllum at døma ikki kann taka alt tað, hann sigur, fyri fult. Óansæð hvat, so er hetta málið ikki deytt, tí onkur fer ivaleyst at minna seg sjálvan á, hvat málini viðvíkjandi løgmanni og Jørgen Niclasen snúðu seg um. At samgongan haltar víðari er ikki nøkur loysn, og í minsta lagi ein formansrunda hevði verið uppá sítt pláss.