TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá AB, Trygva Mortensen aftaná 1-2 tapið hjá AB ímóti TB í Trongisvági fyrr í dag.
Trygvi Mortensen mátti staðfesta ein afturvendandi trupuleika hjá AB í dystinum í dag: Liðið tekur ikki av málmøguleikunum, og so gerst tað dýrt í seinasta enda.
Komandi sunnudag verður ein botngysari millum AB og B68 spældur úti í Vika á Argjum, og Trygvi Mortensen slær fast, at tað er ein dystur, sum má og skal vinnast. Vinnur AB á B68, og Skála tapir ímóti Vìkingi, so hevur AB fimm stig upp til bjarging, og so kunnu menn byrja at trúgva uppá tað.