Aftur mest av toski í dag

Ein lítil triðingur av teimum 100 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var toskur, harav meginparturin var toskur IV, sum fór fyri 13,94 krónur í meðal fyri kilo. Nakað var av toski II og III, sum fór fyri ávikavist 16,64 krónur og 15,03 krónur.

Knappliga 10 tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 10,86 krónur, hýsa III fyri 10,33 krónur, og góð fimm tons av hvítingi fingu meðalprísin 12,35 krónur.

Í dag vóru góð 20 tons av svartkalva frá trolarum og einum línubáti, og hann fór fyri 20,19 krónur. Nakað var eisini av flatfiski. Reyðsprøkan fekk meðalprísin 15,16 krónur og tungan 27,42 krónur.

Tey 100 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri hálva aðru millión krónur.