Undirhald
Tað er nýggja ítróttarkaféin og diskotekið Cippo, ið hevur fingið tveir mannligar stripparar úr Danmark á vitjan um vikuskiftið. Tað hava áður verið onkrir mannligir stripparar á vitjan her á landi, men nú eru nøkur ár síðani seinastu vitjanina.
Trupult at fáa fatur á
Teir báðir strippararnir, Daniel og Alex, sum teir verða róptir, fara at framføra bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Serliga Daniel er ein kendur strippari í Danmark, og hann hevur fleiri ferðir vunnið danska meistaraheitið í mannfólkastripp.
Rúni Djurhuus, sum eigur og rekur Cippo, sigur, at nú á døgum er tað ógvuliga trupult at fáa fatur á mannligum stripparum í Danmark, tí teir eru so fáir í tali. Tí eru teir á Cippo ómetaliga fegnir um, at tað hevur eydnast teimum at fáa ikki minni enn tveir slíkar hendan vegin.
Eisini sigur Rúni, at orsøkin til at skipa verður fyri mannfólkastripp júst hetta vikuskifti er, at fótbóltskappingin endar, og tað hevur stóran áhuga millum mannfólk. Tí helt Rúni, at hann skuldi skipa fyri onkrum, sum konufólkini kundu fara til, meðan menninir ganga í einum fótbóltsrúsi.