Aftur mótmælisgongur í Teilandi

Mótmælisfólk hava kringsett tinghúsið í Bangkok, har forsætisráðharrin skuldi halda sína setanarrøðu Tey mótmælandi styðja fyrrverandi forsætisráðharran Thaksin Shinawa­tra, sum bleiv settur frá undir einum kvetti í 2006. Hansara stuðlar varðveittu kortini valdið, til grundlógardómstólurin setti teir frá herfyri, og ein nýggj stjórn tók við.

Tann nýggi forsætisráðharrin, Abhisit Vejjajiva, skal eftir ætlanini halda sína fyrstu røðu í tinginum í dag, men nú hava mótmælisfólk kringsett tinghúsið, og hann er tí ikki sloppin inn í tingið, skrivar Reuters.

Tað eru serliga fátæk fólk á bygd, sum framvegis styðja Thaksin Shinawatra, sum býr í útlegd, tí hann er skuldswettur fyri umfatandi svik heima í Teilandi.