Aftur á mánan

31 ár eftir at amerikanararnir settu menn á mánan á fyrsta sinni, umhugsar USA at royna eina ferð afturat.

National Review skrivar, at George W. Bush, forseti, gongur við ætlanum um at royna at seta fólk á mánan aftur, og at hann helst fer at boða frá ætlanini í einari røðu, sum hann skal halda tann 17. desember. Røðan verður hildin í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðani ta fyrstu flogferðina hjá Wright-brøðrunum.

Sambært blaðnum er tað ikki óhugsandi, at forsetin tá fer at kunngera, at USA ætlar at seta eina støð upp á mánanum. Men tað er bert eitt stig í rúmdarætlanunum, tí forsetin fer ivaleyst eisini at nema við tankan at senda eitt mannað rúmdarfar til gongustjørnuna Mars, skrivar National Review.