Aftur Lort í býin

Lort í býin-show verður aftur í komandi viku, tá Meyla og vinir hennara framføra við dansi, sangi og skemti í Norðurlandahúsinum

STROK hevur gjørt av at endurtaka væleydnaða brakið frá í fjør, tá fleiri enn 2000 áskoðarar sóu Lort í býin. Hetta er upprunaføroyskt undirhald fyri børnini og familjur teirra, og var sera væl móttikið í fjør.

Í ár fer Meyla á pallin saman við tí væl syngjandi S’marna, yvirklóka Dia Regin, plágandi Jógvan L. og mongum øðrum, har tey fara at syngja, dansa og skemta sær – og vónandi eisini áskoðarunum. Evnaríku dansigenturnar vera eisini við og fara at seta sín serliga dám á Lort í býin.


Fløga á veg

Meyla sigur við Sosialin, at hon hevur ikki bara fingið nýggjar vinir, hon hevur eisini fingið fleiri nýggjar sangir. Sangirnir vera allir at hoyra á nýggju STROK-fløguni, sum kemur í handlarnar í november. Men fyrst skulu teir standa sína roynd í Norðurlandahúsinum.

- Jú vit kunnu lova, at Lort í býin er blivið eitt ár størri, eitt ár betri og voksið við minst einum sentimetri, sigur Meyla.


Dygdargott føroyskt undirhald

Sýningarnar av Lort í býin vera hósdagin 11. oktober og fríggjadagin 12. oktober, báðar dagarnar klokkan 19.30. Atgongumerki eru at fáa í Norðurlandhúsinum og Kunningarstovunum í Havn, Runavík og Fuglafirði. Eisini ber til at keypa atgongumerki á heimasíðuni www.nlh.fo.

Limir í STROK-klubbanum, foreldur teirra og systkin 100 kr. hvør. Onnur 125 kr.

Stuðlað tiltakinum hava Tórshavnar kommuna, Burger King og Norðurlandahúsið.

Til ber at lesa meira um Lort í býin á heimasíðu okkara www.strok.net


--


Sitat:

”Lort í býin-showið í Norðurandahúsinum er ferðmikið, fjølbroytt og framúr undirhald fyri alla familjuna”

Sjúrður Skaale í ummæli av Lort í býin í fjør


--