Hetlendingar hava í eina tíð kannað møguleikarnar at gera eina ferð til Føroyar í summar. Ferðin er nú veruleiki, og Atlantic Airways skal taka sær av flúgvingini. Hetta er annars fyrstu ferð síðan 2008, tá Atlantic Airways gavst at flúgva til Hetlands, at møguleiki er at ferðast beinleiðis loftvegis millum Hetland og Føroyar. Og kanska verður sum frá líður skipað fyri einum meira regluligum loftvegis sambandi millum londini nakrar ferðir um árið í summarhálvuni.
Í ár verða ferðir 3. og 6. september úr Føroyum til Hetlands og heimaftur.
Úr Hetlandi frættist at hugurin at koma til Føroya er stórur, og at túrurin úr Hetlandi næstan er útseldur.
Føroyingar hava eisini møguleika at brúka hesa farleiðina. Tað ber longu nú til at bíleggja sær ferðaseðil til ferðina hjá flogfelagnum, sum eisini arbeiðir við at skaffa ferðafólkum úr Føroyum innivist á hotellum í Hetlandi.