Tað eru aftur ring líkindi í mirgun, og tey eru so mikið ring, at Strandferðslan hevur avlýst fleiri rutur.
Bussarnir ímillum Oyrarbakka, Eiði, Gjógv og Tjørnuvík, koyra ikki og tað ger bussurin ímillum Skálabotn og Oyndafjørð heldur ikki
Ritan, sum siglur ímillum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, siglur heldur ikki fyri veður.
Annars boðar Landsverk frá, at tað er hált um alt landið í morgun. Nakað av jarðrokið er í ælunum. Vánalig koyrilíkindir eru á Gjáarvegnum og í løtuni er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum.
Tað er eisini nógvur vindur onkustaðni, eitt nú eru 30 metrar um sekundið í Hvalba og á Gjáarskarði eru 35 metrar um sekundið, í Oyndafirði er 38 metrar um sekundið og nógvar aðrastaðni liggur hann um teir 30 metrarnar um sekundið.
Tí heitir Landsverk á bilførarar um at koyra varliga.









