Veðrið hevur argað føroyska flogfelagið og teirra kundar sera illa hesa seinastu tíðina, og ger tað aftur í kvøld.
Hóast tað sambært myndunum frá flogvøllinum ikki sær so myrkt út í Vágum, eru fleiri flogfør avlýst fyri tað, sum er eftir av kvøldinum.
Tí hevur Atlantic Airways sent út tíðindaskriv, har boðað verður frá seinkingum í kvøld og í morgin.
Tað eru flogførini úr London, tað er tað sum eitur RC411, og flogfarið úr Billund, RC471, sum ikki kláraðu at lenda í kvøld. Hesi koma ístaðin í morgin. Tað úr London skal eftir ætlan lenda klokkan 10.30, og tað úr Billund kemur eftir ætlan klokkan 10.05.
Av tí sama er flogfarið, sum skuldi fara til Bergen í kvøld, útsett til klokkan 10.45 í morgin. Og tað kemur aftur í Vágar klokkan 14.15.
Seinkingarnar í kvøld hava eisini við sær seinkingar í morgin, tí RC470 til Billund fer ikki úr Føroyum fyrr enn klokkan 15.00, og fráferðin úr Billund (RC471) er útsett til klokkan 18.45, danska tíð. Tað flogfarið lendur eftir ætlan í Vágum klokkan 19.50.
Annars heitir Atlantic Airways á ferðafólk um at fylgja við á heimasíðu felagsins, www.atlantic.fo, tí broytingar kunnu koma, um veðrið framvegis tarnar ferðsluni.
Myndatekstur: Veðrið tarnar framvegis flogferðsluni og fleiri broytingar eru í ferðsluni í kvøld. Flogførini úr London og Billund eru avlýst og tað til Bergen er eisini avlýst
Mynd: www.fae.fo