Aftur javnt á Skála

1.deild: Fyrstu løtuna eftir steðgin rakti heimaliðið tríggjar ferðir tvørtræið

Fyrsti dysturin í trettanda umfari í næstbestu fótbóltsdeildini var í kvøld.

B71 vitjaði á Skála, har úrslitið var 1-1. Hetta var sjeynda ferðin á rað, at Skála fór av vøllinum uttan at vinna fulla úrtøku. Skála hevur níggju ferðir spælt javnt, og seks ferðir hevur úrslitið verið 1-1.

Tríggjr tær seinastu ferðirnar hevur B71 vunnið fimm stig – ein sigur og tveir javnleikir.

Gestirnir settu hol á í átjanda minutti. Brynjar Óli Bjarnason sneiddi seg leysan eitt sindur til høgru í brotsteiginum og skoraði.

Tað restaðu fimm minuttir, tá ið heimaliðið javnaði. Eftir innlegg frá Leivi Zachariassen setti Petur Pauli Mikkelsen bóltin í netið við høvdinum.

Allan seinna hálvleik hevði Skála yvirvág, men tað gekk illa at fáa mál, hóast møguleikarnir vóru nógvir. Fyrstu tíggju minuttirnar eftir hvíldina, rakti Skála tríggjar ferðir tvørtræið.

B71 hevur trettan stig fyri ellivu dystir, og Skála hevur tólv stig fyri trettan dystir.