Tem Hansen var einasta føroyska ískoyti í dystinum, tá Køge tók ímóti Fremad Amager.
Hvørgin parturin hevur vunnið síðani vetrarsteðgin, og tí var javnleikur kanska ikki eitt heilt óvæntað úrslit, tó at vertirnir ivaleyst iðra seg. Andre S. Lindbæk skoraði nevnliga til bæði 1-0 og 3-2 í dystinum, og ikki minst hevði Køge greiða yvirvág gjøgnum allan seinna hálvleik. Fremad Amager megnaði tó at toga eitt stig við sær heim, tá teir móti dystarenda fingu sítt næsta brotsspark. Fyrru ferðina skoraði Dennis Danray av 11-metra blettinum, og seinnu ferðina var tað Ali Aliji, sum gjørdi sær dælt. Fremad Amager hevur eftir dystin í dag 19 stig. Tað eru tvey fleiri enn AB, sum er á triðaftasta plássinum er beint undir niðurflytingarstrikuni.