2. deild menn:
GÍ-KÍ 3-3 (1-1)
Tvær ferðir hildu klaksvíkingar seg hava gjørt málið, sum fór at skaffa teimum trý stig í týdningarmikla botndystinum móti GÍ. Men tvær ferðir eydnaðist tað GÍ at javna ? seinnu ferð beint fyri leiklok.
Gøtumenn komu á odda í fyrra hálvleiki, tá Dánjal Pauli Dalbø stútaði bóltin í málið. Men KÍ javnaði fyri hálvleiki. Ovi Nysted, sum hevur verið við á 1. liði hjá KÍ í allar dystirnar í seinnu hálvu, javnaði, tá hann setti høvdið undir ein hornasparksbólt.
KÍ hevði fleiri møguleikar at økja í fyrra hálvleiki, men álopsmenninir vóru ikki nóg neyvir í sínum royndum. Gøtumenn vóru alla tíðina við, og meira enn eina ferð var tað bara gott málmansspæl frá Meinhardt Joensen, sum forðaði gøtumonnum í at skora.
Kristian Andreasen legði KÍ fram um 2-1 nakað inn í seinna hálvleik. Poul Juul Vilhelmsen (spældi sannførandi alla tíðina) legði bólt innfyri, og Kristian Andreasen var fyrri enn málverjin á bóltinum og sendi í kassan.
Lítla løtu seinni javnaði Símun Petur Justinussen fyri GÍ. Tá Helmar Lassen skoraði til 3-2 eftir trunkaspæl tríggjar minuttir fyri tíð hildu klaksvíkingar at teir høvdu vunnið dystin, men soleiðis skuldi ikki vera.
Beint fyri leiklok fekk GÍ hornaspark. Moises fekk høvdið á, bólturin rakti ein KÍ-verjumann og endaði so í meskunum.
Klaksvíkingar hingu við høvdinum, men teir kunnu betri standa seg við javnleiki, tí GÍ er aftanfyri og hevur størri tørv á stigum fyri at yvirliva í deildini.