Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at ein jarðskjálvti var í kvøld tætt við býin Van har eysturi í Turkalandi, og tíðindastovan Reuters veit at siga, at tvey gistingarhús og 16 aðrir bygningar rapaðu.
Jarðskjálvtin var 5,7 á Richterstiganum.
Ein jarðskjálvti var á somu leið fyri tveimum vikum síðani. Hann var harðari enn tann í kvøld og kostaði meiri enn 500 mannalív.









