Aftur í dag var ein jarðskjálvti í landspartinum Emilia Romagna har norðuri í Italia. Hesin skjálvtin var 5,1 á Richterstiganum.
Tíðindastovurnar skriva, at fólk gjørdust ræðslusligin, men sambært løgregluni er einki frætt um naklran stórvegis skaða. Í býnum Novi di Modena rapaði ein partur av einum kirkjutorni, so kirkjuklokkan datt niður.
Nógv fólk í Emilia Romagna-økinum hava búð í tjøldum síðani jarðskjálvtarnar har tann 20. og tann 29. mai, og sjónvarpið SKY TG24 sigur, at fólk vita sær eingi livandi ráð.









