Aftur jarðskjálvtar í nátt

Aftur í nátt vóru fleiri jarðskjálvtar undir havbotninum úti fyri Norðurlandinum í Íslandi. Veðurstofa Íslands sigur, at har hava tey skrásett í minsta lagi níggju skjálvtar í nátt. Tann harðasti var tíðliga í morgun. Hann var 4,1 á Richterstiganum. Hinir lógu millum 3,0 og 3,8.

Fyrradagin, gjáranáttina og í gjár vóru meiri enn 100 jarðskjálvtar á somu leiðum. Tann harðasti kjálvtin tá var 5,6 á Richterstiganum, men hann gjørdi ikki stórvegis skaða.