Aftur á Jólaskipið

Ætlanin er aftur í dag at royna at kava niður til jólaskipið. Hetta verður helst seinasta leggið, nú verður gjørt

Í dag verður aftur roynt at sleppa niður til Jólaskipið í Fugloyarfirði. Nú vita kavararnir, hvar skipið liggur, og er tað tí nógv lættari at arbeiða.

Heri Andreasen, sum stendur fyri kavingunum, sigur, at á kyrrindunum klokkan hálvgum tólv fyrrapartin, verður farið niður aftur til vrakið. Ætlanin er hesaferð at taka tveir maskintelegrafar, sum kavararnir hava funnið, upp. Teir ætla at hevja teir við ballónum, sigur Heri Andreasen.

Umframt fer ein kavari at hava eina kurv við sær, sum hann skal fylla ymisk smáting í, sum teir hava sæð niðri við vrakið. Eisini er ein kassi, sum teir ikki vita, hvat í er, ið teir eru sera áhugaðir í at fáa við sær.

Teir skulu arbeiða skjótt. Luftmongdin er avmarkað, og skipið liggur so mikið djúpt, at tað tekur langa tíð at koma uppaftur. Tískil hava teir bara 18 minuttir av effektivari arbeiðstíð niðri við vrakið, sigur Heri Andreasen.

Hann sigur, at teir hava bara dagarnar í dag og í morgin at arbeiða í. Streymurin fer nú at taka til aftur, og donsku kavararnir noyðast avstað við Norrønu fríggjamorgunin.

Annars sigur Heri Andreasen, at tað upprunaliga málið við at finna skipið er rokkið. Ætlanin var frá byrjan av at finna Jólaskipið og filma tað. Tí málinum hava teir nátt. Men tað er altíð spennandi at taka ymiskt upp, tá nú møguleikin er har kortini, sigur Heri.

Hann veit ikki at siga, um tað nú er liðugt við kavingum eftir Jólaskipinum. Sum er hevur hann tó ongan, sum er sinnaður at fíggja fleiri royndir, skilst.oacute;rn um broytt viðurskifti millum Føroyar og Danmark, tað hevði verið nokk at fingið eitt danskt uppskot faxað út í Tinganes til undirskrivingar, tí har góðtaka tit alt beinanvegin, tað hava tit prógvað til fulnar, so har er einki at samráðast um ? og at avreiða eitt heilt land við einum pennastroki skuldu tit helst eisini klárað. Tað er frælsisstríðið, sum krevur samráðingar, og har er nógv at samráðast um.

Eg dugi ikki at fata, at tað er so rívandi galið at taka ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum? eitt annað, sum eg eisini kundi hugsað mær at vitað er, hvat er stórbæri í at fáa pening og lata vald frá sær, ella hvussu ein kann hava sum politiskt endamál at tryggja, at vit ikki skulu gerast sjálvbjargin og hava sjálvstýri í Føroyum, skiljið tað hvør ið vil? ? men tað er sambandspolitikkur við stóra S.

Jú, so sanniliga er nógv at samráðast um, men tað er ein fortreyt, at mótparturin vil samráðast, og sjálvt tá vit hava upplivað at stjórnin leggur seg tvøra og ikki vil viðgera eina rímuliga skiftistíð ? sum einki hevur við biddaragongd at gera, sjálvt tá kemur afturhaldið við eftirklókskapinum í reinum sambandsanda og niðurger samráðingarnevndina, sum helst ikki kundi verið betur umboðað og hálovar mótspælinum frá donsku stjórnini.

Men hóast tað, so er endamálið við samráðingum eitt land ? okkara land Føroyar, harra Atli Hansen.


Áki Andreasen