Aftur illveður í Karibia

Tann 23. tropiski stormurin í ár hevur fingið navnið "Beta", og hann kann enda sum ein ódn.

Fólk við Karibiska Havið og Meksikanska Flógvan hava nóg illa summað seg aftan á ódnina "Wilmu", so hava veðurmenninir aftur boðað frá illveðri. Hesaferð snýr tað seg um ein tropiskan storm, sum hevur fingið navnið "Beta".

Veðurmenninir rokna við, at "Beta" fer at menna seg til eina ódn, og at hon fer at bera við land í Nikaragua í dag. Í gjár var miðdepilin ella eygað í "Beta" góðar 100 fjórðingar úr landi.

"Beta" er tann 23. tropiski stormurin í ár, og so nógvir hava stormarnir ikki verið fyrr í einum ári.