Aftur í 80'ini í Hoyvík næsta vikuskifti

– Alle gode gange tre, siga tey í Hoyvík, sum nú á triðja sinni skipa fyri dansitiltakinum aftur í 80'ini, sum er vorðið fastur táttur í Hoyvíkshøllini í februar á hvørjum ári.

– Alle gode gange tre, siga tey í Hoyvík, sum nú á triðja sinni skipa fyri dansitiltakinum aftur í 80'ini, sum er vorðið fastur táttur í Hoyvíkshøllini í februar á hvørjum ári.

 

Tað er hondbóltsfelagið H71, sum hevur tikið stig til, og sum skipar fyri tiltakinum.

 

Næsta leygarkvøld, 21. februar, verður Hoyvíkshøll á triðja sinni karmur um tiltakið 80'ini umaftur. Talan er um eitt kvøld fyri øll tey, sum vóru ung í 80-unum, og tey sum bara halda 80'aratónleik vera tað allarbesta.

 

Tað verða aftur hesaferð Showmwenn, sum fara á pall – í ár er ein sangarinna eisini við teimum – teir spæla kend og dansiglað løg, meðan Niels og Finn Jensen, sum vóru plátuvendarar í 80'unum spæla 80'arahitt oman á 80'arahitt.

 

Fyrireikingarbólkurin sigur frá, at hini bæði árini hevur verið útselt. Atgongumerki hava verið til sølu um alt landið, men í hósdagin blivu seinastu gott 100 atgongumerkini savnað saman, og eru nú til sølu á Mangstøðini við Ringvegin í Havn. 

 

– So nú er um at skunda sær, um fólk vilja tryggja sær eitt atgongumerki, siga fyrireikararnir úr H71.

 

Tiltakið verður Hoyvíkshøll, og byrjað verður klokkan 23.00. Tað er H71, sum skipar fyri tiltakinum í samband við, at savnað verður inn til, at børn og ung, sum leika við H71, fara til stóru altjóða hondbóltskappingina Partillecup í summar.