Aftur í 60?ini fyri 10. ferð

60 árini mugum hava verið nakað serligt fyri nógv fólk. Hondbóltsfelagið hevur í 10 ár skipað fyri tiltakinum Aftur í 60árini og longu 10 dagar áðrenn tiltakið verður í høllini á Hálsi, er útselt til leygarkvøldið 18. apríl. Eftirspurningurin eftir atgongumerkjum til fríggjakvøldið er nú av álvara byrjaður

Tónleikabólkarnir, sum spæla í ár, eru Thunderbirds úr Vestmanna, X-Rays av Argjum og Twilight úr Havn. Tiltakið byrjar bæði kvøldini klokkan 21.30.

Seinastu árini hevur neistaspælarar víst 60 ára kløði klokkan 23.30, í ár verður ikki mótasýning, men annað undirhald.

Atgongumerkini til Aftur í 60 árini eru at fáa í Kunningarstovuni, 3?aranum í SMS, Kiosk Activ, Shell-støðini í Vestmanna, P/F Langasandi í Kollafirði og Kiosk Vár í Saltangará.

Tað stuttligasta við hesum tiltaki er, at fólk koma úr øllum Føroyum. Nógv fólk hava verið øll árini síðani 1988.