Kappróðurin á Sandavági gekk upp á stás. Klokkan var fimm minuttir yvir trý, tá fyrsta startskotið varð latið av, og klokkan átta minuttir í fimm fóru tíggjumannaførini um málið.
Róðrarteinurin av Giljanesi og inn á Sandavág var áskoðaravinarligur, og í Róðrarsambandinum eru teir væl nøgdir við, soleiðis sum alt gekk fyri seg.
Eftir róðurin fyri fýra árum síðani fingu sandavágsmenn at vita frá Róðrarsambandinum, at teir høvdu kolldømt gamla málið, og at tað var neyðugt at finna eitt nýtt mál. Hetta málið stóð sína roynd leygardagin. Ættin var útsynningur, so tað var beint undan, og fasti starturin riggaði sera væl. Dygst uttanfyri startmálið liggja nakrir aliringar, og teir gjørdu somu nyttuna, sum hanaføturnir plaga at gera á hinum stevnunum. Startdómararnir, sum hesa ferð vóru Kristian Martin Joensen og Eilif Petersen, fáa gott ummæli frá róðrarfólkunum, og alt hetta hevði við sær, at tað gekk væl at fáa róðrarnar frá hondini.
? Vit vóru sjálvandi spentir uppá nýggja málið, og vit vóru væl nøgdir. Sum á øllum hinum stevnunum í ár, so var byrurin eisini blíður hesa ferð. Um ættin hevði verið landsyningur ella sunnan, so hevði tað neyvan latið seg gjørt at róð hetta málið. Á aðalfundinum hjá RSF í fjør legði nevndin fram uppskot um, at um tað ikki bar til at rógva í Sandavági, so skuldi róðurin flytast til Miðvágs, har teinurin innanfyri grótkastið er knappar eitt túsund metrar, men uppskotið vann ikki frama í tí líki, sum tað varð lagt fram. Í staðin varð samtykt, at um líkindini vóru vánalig, so skuldi róðurin útsetast til sunnudagin, og um tað ikki lá fyri tá, so skuldi róðurin verða næsta vikuskifti, og tá skuldi róðurin avgreiðast, um tað so varð á Sandavági ella á Miðvági. Men tíbetur gekk alt upp á stás, og tað eru vit fegnir um, sigur Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum.
Nýggir vinnarar
Undan vestanstevnuni vóru tað fýra manningar, sum høvdu vunnið hvørja ferð. Nú er talið minkað niður í tvær manningar. Hvessingur við monnum og Havfrúgvin við dreingjum snávaðu. Merkisvert var, at bæði Drekin og Hósvíkingur, sum vunnu fyri fyrstu ferð í ár, lógu inni undir landinum. Millum róðrarfólk varð eftir kappingina leygardagin tosað um, at fyritreytirnar fyrsta partinum av róðrarteininum vóru betri hjá teimum undir landinum, enn tær vóru hjá teimum, ið lógu longri úti á, men tað varð samstundis víst á, at hetta bilti ikki í øðrum kappingum, tí tað var bara í teimum báðu omanfyri nevndu kappingunum, at aðrir bátar enn teir, sum lógu mitt í, fóru fyrstir um málið.
Hóast Havfrúgvin við dreingjum noyddist at dvína, so vóru vestmannadreingir teir fyrstu, sum í 1999 kunnu rópa seg FM vinnarar. Hvessingur við monnum snávaði, men teir í Hvalvík og Streymnesi kunnu eisini rópa seg FM vinnarar.
Tað er framvegis spenningur í kappingunum millum 8-mannaførini og 5-mannaførini við gentumanning, men kortini skal vilja illa til hjá vestmannagentum, um tær ikki vinna FM á ólavsøku. Størsti spenningurin er millum 8-mannaførini. Um Argjabáturin vinnur, so eru teir FM vinnarar, um Ørvur ikki skal vinna FM, so skal Argjabáturin vinna, ella skal Ørvur í minsta lagið enda tvey pláss aftanfyri Ørvin.
Jarnbardur við kvinnum og Eysturoyingurin eru einastu manningarnar, sum higartil hava vunnið allar fimm róðrarnar. Tað verður tískil fyrst og fremst millum hesar báðar manningarnar, at stríðið um útvarpssteypið fer at standa. Felags fyri báðar bátarnar er, at teir higartil hava verið sera sannførandi.
Síðsti kappróðurin í ár verður mikudagin 28. juli. Tað er deyðavatn á Havnarvág, og so er at vóna, at mjørkin og regnið, sum tey síðstu árini ofta hava verið til stóran ampa, hesa ferð fara at halda seg burtur. Mjørkakvotan í høvuðsstaðnum átti skjótt at verið liðug fyri í ár!