Ein hátrýstsryggur kom í nátt inn yvir Føroyar av vestri. Seinnapartin kemur veæntandi eitt veikt hátrýst við regni inn yvir okkum av útsynningi. Síðani koma fleiri brúgvaløg við regni og vindi móti okkum av vestri.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av útnyrðingi, undir 7 m/s, seinni gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin sær sólin, men seinnapartin verður skýggjað og regn í støðum. Hitin millum 4 og 6 stig. Í nátt skýggjað og regn og hitin um 6 stig og andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 12 m/s.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 12 m/s, seinni av vestri. Um náttina minkar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 2 og 7 stig.
Mikudaginm
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 12 m/s, um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 14 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Hósdagin
Hann øtlar vindin í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Um náttina av útsynningi og vestri. Yvirhøvur skýgjgað og stundum regn, um kvøldið nógv samregn, men seinni klárar í, tó okkurt æl, møguliga av vátaslettingi ella heglingi. Hitin um dagin um 9 stig, um náttina niður í 4 stig.
Fríggjadagin
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útsynningi, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum, sum um náttina minkar nakað. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella heglingur. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 6 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s, av vestri og útnyrðingi, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 6 stig.










