15 fólk sótu í gjár føst í einum torni í einum tivoli í Svøríki Fyri trimum døgum síðani datt eitt sokallað flúgvandi teppi niður í Liseberg-tivoli í svenska býnum Gøteborg, og í gjár var aftur eitt óhapp í Liseberg.
Hesaferð sótu 15 fólk føst í einum torni í meiri enn tveir tímar, skrivar Aftonbladet. Boð vórðu send eftir serfrøðingum at fáa tey 15 fólkini niðuraftur, men tað eydnaðist starvsfólkinum í Liseberg at fáa tey niður í øllum góðum.
Eingin av teimum 15 fekk nakran skaða, skrivar Aftonbladet.