Ein avleiðingin av kreppuni hevur verið, at seinastu árini hevur ikki borið til at hava handilsstevnur. Eingin orkaði at bjóða nakað fram, og keypiorkan var eingin.
Men nú bragdar aftur, og 2. til 5. oktober fer Kristmund Kunoy at hava sína 11. handilsstevnu í Ítróttarhøllini á Hálsi, HS?97. Við undantaki av eini handilsstevnu í vár, hevur eingin verið síðan 1992.
Kristmund Kunoy sigur, at í vár var áhugi aftur fyri tiltakinum, men nú tykist áhugin verða uppaftur størri. Fleiri fyritøkur hava teknað seg til at luttaka. Nøkur pláss eru eftir, og fyritøkur, sum kundu hugsað sær at komið við, skulu helst ikki bíða ov leingi aftrat við at tekna seg.
Framsýnararnir verða millum 25 og 30 í tali, alt eftir hvussu stóran bás hvør fyritøka skal hava.
Sum vant verður eisini ein pallur, har mótaframsýningar verða, undirhald, tónleikur, og kanska verður eisini onkur kapping fyri børn.
Í sambandi við Handilsstevnuna kemur HS?97 blaðið út, og tað kemur í aðru viku.











