Aftur hall í ár

- Vit økja ikki um ognirnar hjá feløgunum í løtuni, men brúka av likviditetinum, sigur Olaf Olsen

Fiskivinna

Partafelagið Beta í Saltangará, sum hevur skiparakstur og landingarmiðstøð, hevði eitt lítið hall í rakstrinum í fjør, og soleiðis verður eftir øllum at døma eisini í ár.
Olaf Olsen væntar ikki, at tað fer at eydnast felagnum at fáa eitt yvirskot í raksturin í ár.
- Nei, eg vænti ikki, at raksturin fer at megna at gjalda øll avdrøg í ár. Sum er, økja vit ikki um ognirnar, men brúka av likviditetinum. Tí eru eisini allar útskiftingar av gomlum skipum útsettar til betri tíðir.
Hann sigur, at framhaldandi lági upsaprísurin og hækkandi oljuprísurin gera, at raksturin ikki gongur betur.

Upsin frægari

- Upsaprísurin fellur ikki meira í løtuni. Tann broyting, ið hevur verið, hevur verið til bata, men tað gongur ógvuliga striltið at fáa prísin uppeftir.
Hann sigur, at meðan teir nýggju trolararnir burtur av hava fiskað upsa, hava tey gomlu skipini eisini roynt eftir hvítum fiski.
- Men her eru nøgdirnar so mikið minni, at prísurin vigar ikki upp ímóti minkandi nøgdunum.
Upsafiskiskapurin hevur verið góður, og seinastu tíðina hevur annars so smái upsin verið heldur frægari til støddar.

Vóna bata

Olaf Olsen heldur ikki, at nakar vandi er á ferð við skiparakstrinum hjá felagnum í løtuni, hóast raksturin nú eftir øllum at døma fer at geva hall tvey ár á rað.
- Vit mugu bara vóna, at umstøðurnar fara at batna sum árið líður, sigur hann.