Í góðveðrinum í gjár fór NSÍ av Vágseiði við 2-0 sigri. Úrslitið ber við sær, at teir í Runavík nú kunnu hyggja niður á niðurflytingarstrikuna, sum teir leingi hava kent marruna av at hyggja upp ímóti.
Kári Reynheim hevur tett leikarnar, sum fyrsta partin av kappingini vóru rættuliga stórir. Tølini siga, at bara eitt mál er farið ígjøgnum tvær tær seinastu ferðirnar, tá ið úrtøkan hevur verið full.
Framrættaðu menninir skora tey málini, sum skulu til fyri at vinna stig og sigrar, og sum í løtuni tykjast bera við sær, at sjálvsálitið millum ungu menninar økist, og at teir so aftur fara at megna í uppaftur størri mun at nýta góðu fótbóltsevnini, sum búgva í teimum.
Í Vági stendur verri til. Støðutalvan sigur, at talan var um lyklauppgerð. Full úrtøka hevði borið við sær, at størri samband fekst við hini liðini, sum royna at renna undan niðurflytingarhóttanini.
FC Suðuroy tapti 2-0. Tað eru framvegis seytjan umfør og harvið 51 stig eftir at spæla um, so tað er framvegis møguleiki fyri, at okkurt kann venda øðrvísi seinni í ár, enn tað nú ger. Men sjálvandi var tapið stórt vónbrot. Venjaraskiftið og framúr avrikið í 2-1 sigrinum á sama vølli í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini mikukvøldið ímóti Víkingi, sum tá var oddalið í landskappingini, bóru bjartskygni og góðar vónir við sær. Tað sigur seg sjálvt, og tí er einki at siga til, at vónbrotið var stórt, tá ið Rói Jacobsen hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
Mál og møguleikar
Heimaliðið hevði fríska lotið undan í 1. hálvleiki, og eftir trilvandi fyrstu løtu mentu heimamenninir seg. Teir løgdu nógv fyri, men tað var torført hjá teimum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Bæði tí at teir ofta duttu í rangstøðufelluna, og tí at longu sendingarnar fram til John Tordar ikki vóru so neyvar.
Tveir minuttir undan steðginum legði NSÍ seg á odda. Klæmint A. Olsen var tryggur úr ellivu metrum. Dómarin hevði peikað á blettin, eftir at miðvallarin Andras Frederiksberg varð feldur í gjøgnumbroti.
FC Suðuroy royndi at svara aftur undan steðginum. Heimamenninir høvdu bóltin á stólpanum, og teir fingu einki burturúr góðari frísparksstøðu.
Harvið styrknaðu fyritreytirnar hjá NSÍ. Heimaliðið noyddist eftir steðgin at spenna álopsbogan meiri, og tað var intenst og spennandi, og tað vóru málmøguleikar í báðum endum.
Brekkan hjá heimaliðnum gjørdist uppaftur brattari, tá ið miðvallarin Poul N. Poulsen korter undan leikloki sá gult fyri aðru feð, og fýra minuttir undan leikloki varð NSÍ sigurin staðfestur. Jann Ingi Mortensen, sum hevur verið burtur frá seinastu ferðirnar, og sum hesa ferð varð innskiftur í 2. hálvleiki, var málskjútti. Uppspælið var í vinstru, og í staðin fyri at royna sjálvur, so valdi skilagóði Árni Frederiksberg at spæla Mortensen mannin, ið var púra blankur, tá ið hann staðfesti sigurin, sum ber boð um, at NSÍ er á rættari leið, og at tað ikki sær so gott út hjá FC Suðuroy.