Aftur galið í Vágum í kvøld

 Flogferðslan til og úr Føroyum er enn einaferð tarnað av mjørka.

 

Eitt flogfar, sum skuldi koma úr Billund fyri løtu síðani, fekk ikki sett seg, men er farið víðari til Bergen at bíða eftir líkindum og tað kemur ikki aftur í kvøld, men er útsett til í morgin, ella í hvussu so er til einaferð aftan á midnátt, sæst á heimasíðuni hjá Atlantsflogi

 

Eitt flogfar skuldi fara úr Vágum til Keypmannahavnar klokkan 21.30, men nú er óvissa um tað.

 

Atlantsflog kemur við fleiri upplýsingum klokkan 22.30.

Flogfarið, sum skuldi til Bermuda eftir óyggjaleikafólkið, fór úr Vágum seinnapartin og skal, eftir ætlan, koma aftur í morgin árini klokkan 10.

 

Annars kunnu fólk fylgja við á heimasíðuni hjá Atlantsflogi, har upplýsingarnir verða settir, so hvørt, teir eru tøkir.

 

Myndin vísir, hvussu tað sær út í Vágum beint nú - og, sum tað sæst, er faktiskt ikki so nógv at síggja ...