Kaj Leo Johannesen er enntá til reiðar at bróta sjálva tingskpanina í tveimum førum, fyri at forða Heðini Mortensen í at taka sæti á tingi Sambandsflokkurin er til reiðar at gera alt fyri at forða Heðin Mortensen at sleppa á ting.
Flokkurin er enntá til reiðar at bróta sjálva tingskipanina.
Um tvær vikur fer formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, til USA, har hann skal vera eygleiðari á ST aðalfundinum.
Varamaður hansara á listanum hjá Sambandsflokkinum, er Heðin Mortensen, men síðani er hann farin upp í Javnaðarflokkin.
Men Sambandsflokkurin vil undir ongum umstøðum hava Heðin Mortensen í Løgtingi. Fyrr í ár kostaði tað Kaj Leo Johannesen starvið sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, tí hann vildi ikki taka við embætinum, tí so kom Heðin Mortensen í løgtingið.
Og nú er aftur galið ímillum teir báðar.
Í sambandi við, at Kaj Leo Johannesen skal vera eygleiðari á ST-aðalfundinum, verður hann burtur í ein slakan mánað.
- Eg fari avstað 17. september og verið burtur í tríggjar vikur.
Men hóast hann verður burtur so leingi, ger hann púra greitt, at hann fer ikki at lata varamannin, Heðin Mortensen taka sæti á løgtingi.
- Tað kemur ongin varamaður á ting fyri meg, tí eg sigi ikki tingsessin frá mær, sigur Kaj Leo Johannesen.
Men skalt tú verða burtur so leingi, átti tú so ikki at lati varamannin tikið sæti á tingi?
- Tað haldi eg ikki at eg eigi í hesum føri, vit vilja ikki hava Heðin Mortensen á løgting, tí hann umboðar ikki Sambandsflokkin longur.
Tað eru annars reglarnar í tingskipanini, at tá ið tingmaður er burtur, tekur varamaður sæti fyri hann.
Men tað er ein annar stórur trupulleiki við USA ferðini hjá sambandsformanninum og tað er, at hesa tíðina viðgerð Løgtingið uppskot um at gera Føroyar til eitt valdømi.
Málið er til viðgerðar í rættarnevndini hjá løgtinginum og eftir tingskipanini, skal nevndin leggja málið fyri løgtingið aftur í seinasta lagi 4. oktobur.
Men tá er Kaj Leo Johannesen ikki afturkomin, tí hann kemur ikki aftur fyrrenn 8. oktober.
- Eg fari at heita á formannin í rættarnevndini, Marjus Dam, um at drála við málinum, til eg eri afturkomin, sigur Kaj Leo Johannesen.
Sostatt fer hann beinleiðis at heita rættarnevndina um at forhála málið út um tíðarfreistina, sum tingskipanin sigur.
Men er tað ikki beinleiðis at bróta tingskipanina, tí rættarnevndin kann í mesta lagi hava málið til viðgerðar til 4. oktobur?
- Tað haldi eg ikki, tí tað eru ikki meiri enn einir 4-5 dagar tað snýr seg um og fari at tosa við formannin og nevndina, um tað ikki er forstáilsi fyri tí, sigur formaður Sambandsfloksins.
- Men verður tað ein trupulleiki, komi eg aftur áðrenn tíðarfreistin er úti.
Hann leggur kortini afturat, at hann hevur skilt, er tað ongin trupulleiki at forhála málið.
Hann vísir á, at tað er ikki óvanligt, at mál verða seinkað úr tingnevndum og sostatt er hetta ikki eitt eindømi.
- Hetta er ikki fyri at forða fólkaræðinum í at virka. Hetta er bara ein praktiskur spurningur og tað eigur at vera sama mannagongd í øllum málum og tá ið tað ikki hevur verið óvanligt at forhála øðrum málum, eigur tað eisini at bera til við hesum, sigur Kaj Leo Johannesen.