Aftur galið hjá Sev: Streymloysi í Suðuroy

Mánamorgun fór streymurin í miðstaðarøkinum og í fyri fáum minuttum síðani fór streymurin eisini í Suðuroynni. 

 

 

Vakthavandi hjá Sev sigur, at tey hava ringt úr at kalla øllum bygdum í Suðuroynni um streymslitið, men tað sær út til, at streymur er í restini av landinum. 

 

 

Hví streymurin er farin vita tey á Sev ikki, men tað verður kannað í løtuni. Sostatt ber illa til at siga, nær streymurin væntast at koma aftur í Suðuroynni. 

 

 

In.fo fylgir málinum.