Leygardagin 2. og sunnudagin 3. november skipar Fótbóltssambandið aftur fyri Futsal-kappingum í fótbólti fyri dreingir, og leygardagin eftir, tann 9. november, verður kapping fyri gentur.
Kappingar vóru eisini síðsta vetur, og tá eydnaðist so mikið væl, at Fótbóltssambandið á heimasíðu síni staðfestir, at hesar kappingar eru komnar fyri at verða.
Tilsamans eru 77 lið meldað til Futsal-kappingina í vetur, og er talan um 56 lið við dreingjum og 21 lið við gentum.
Fyrsta umfar í Futsal-kappingini fyri dreingir verður í KÍ-høllini í Klaksvík og fyrsta umfarið fyri gentur verður í ítróttarhøllini á Eiði.