Aftur ófriður

Nú er aftur ófriðarligt í afrikanska landinum Nigeria.

Keldur í landinum siga, at minst fýra fólk hava latið lív í samanbrestum í tí oljuríka landspartinum Warri teir seinastu dagarnar. Samanbrestirnir vóru millum tveir ættarbólkar, og stjórnarherurin noyddist at leggja uppí, siga keldurnar.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ættarbólkarnir í Warri bresta saman. Í mars var ófriðurin so ringur, at oljufeløgini Shell, ChevronTexaco og Total noyddust at gevast við sínum virksemi í landspartinum, og feløgini hava boðað frá, at fyribils fara tey ikki at taka virksemið uppaftur. Ófriðurin í mars hevði við sær, at nigeriski oljuútflutningurin minkaði næstan 40 prosent. Harafturat er framleiðslan nú tíggju prosent minni, enn hon kundi verið.