Fleiri nýggir smittutilburðir eru staðfestir aftrat seinasta samdøgrið. Tað fortelur landslæknin í morgun. Tað er enn ikki greitt, hvussu nógvir tilburðir talan er um, tí landslæknin hevur enn ikki fingið øll tølini.
– Tað blivu gjørdar næstan 2.000 kanningar í gjár, og vit eru ikki liðug við analysurnar enn. Men tað er heilt sikkurt ein hækking í smittutalinum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.
Hann vil ikki siga nakað ávíst tal, tí tað kann broytast skjótt. Men hann avdúkar, at talið helst liggur oman fyri nýggja talið í gjár, sum var 14.
Landslæknin og heilsumyndugleikarnir hava nógv um oyruni í dag, tí smittusporan skal gerast frá tilburðunum í gjár og í dag.
– Smittusporing er eitt stórt arbeiði. Vit náddu ikki alt í gjár, og vit hava kallað eyka fólk inn og hjálpa hvørjum øðrum, sigur Lars Fodgaard Møller.
Seinnapartin kunnu vit rokna við at vita meira um nýggju smittutilburðirnar.