Aftur fleiri rakettálop í Ukraina

Útlendskir miðlar vita frá ukrainskum myndugleikum at siga, at talan er um "massiv" álop í Ukraina.

 

Myndin er av russiskum rakettálopum á Ukraina, men myndin er ikki frá álopum, sum hava verið í morgun.

Aftur í morgun verður sagt, at ávaringarlúðrar ljóða um stóran part av Ukraina.

 

Á sosialum miðlum verður sagt frá fleiri rakettálopum ymsastaðni í landinum.

 

Ukrainska netsíðan - Euromaidan Press - vil vera við, at einar 14 spreingingar hava verið higartil í morgun.

 

Netsíðan heldur seg vita, at einar 12 rakettir eru sendar úr eystara parti av Ukraina, har russar hava støðir.

 

Lagt verður aftrat, at onkur rakett eisini er send inn í Ukraina av russiskum herskipi í Svartahavinum.

 

Ukrainskir myndugleikar verða í morgun endurgivnir fyri at siga, at talan er um "massiv" álop í landinum.

 

Seinni í morgun fæst ivaleyst at vita, hvar rakettirnar hava rakt, og hvørjar avleiðingarnar av álopunum eru.

 

Dagføring: 

 

Nú vita útlendskir at siga, at russisku loftálopini í morgun eru rættiliga víðfevnd - heilt úr Lviv har vesturi móti pólska markinum, til Tsjernihiv har norðuri - og til Odessa, sum er havnabýur har suðuri við Svartahavið.

 

Sagt verður eisini frá álopum í Donbas har eysturi í Ukraina.

 

Í býnum, Rivne, sum liggur umleið miðskeiðis millum Lviv og Kyiv, hava álopini ført til, at partar av býnum hevur mist bæði streym-og vatnveiting, og sagt verður eisini frá streymsliti aðrastaðni í Ukraina.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er av russiskum rakettálopum á Ukraina, men myndin er ikki frá álopum, sum hava verið í morgun.