Aftur fimm tilburðir av koronu í gjár

Eitt fólk var smittað á flogvøllinum

Aftur í gjár vórðu fimm nýggir tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Fýra fólk eru smittað her í Føroyum. Hesi fýra fólkini eru partur av einari og somu smittuketu, sum Landslæknin longu veit um. Harumframt varð ein tilburður staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað, tá ið tey koma til Føroya. Í tí førinum var talan um eitt fólk, sum ikki hevur bústað í Føroyum. 

Tey fimm fólkini eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Tilsamans hava 428 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 16 persónar smittaðir í løtuni. Tilsamans eru  110.588 kanningar gjørdar í Føroyum.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronu.