Aftur feilir í próvtøkutilfari

So var aftur galið við próvtøkutilfarinum í fólkaskúlanum.

 

Tá næmingar í 9. flokki í morgun fóru til fráfaringarroynd í staviførleika í donskum, manglaði ein síða í próvtøkutklfarinum. Tí fingu tey eitt leyst blað útflýggjað, sum tey so skuldu leggja inn ímillum hinar fýra síðurnar, tey høvdu fingið.

 

Men ikki nóg mikið við tí. Tey fingu eisini eitt rættiblað, har tað millum annað stóð soleiðis:

 

»Í brævbjálvanum við uppgávum eru 4 síður heftar saman. Síða 1, 2 og 3 eru í lagi, meðan síða 4 eigur at verða síða 5, 4. partur.«

 

Somuleiðis verður í rættiblaðnum víst til aðrar rættingar til leinkjur í uppgávuni. Har fáa næmingarnir at vita, leinkjan »2016-3-danskt-9-staviforleiki-skriva-2.mp3« ikki er røtt, og at tey í staðin sjálvi skulu skriva leinkjuna soleiðis: »2016-3-danskt-9-staviforleiki-skriva-3.mp3«

 

Hesaferð er ikki talan um landsroynd, men um endaliga próvtøku hjá 9. floks næmingunum.