Tá tey við norska fiskiskipinum, Juvel, komu inn eftir vánni í Klaksvík, sóu tey, at bryggjan var full av fólki, sum var komið at taka ímóti teimum.
Tveir dagar frammanundan høvdu tey veitrað heimlandinum farvæl, og nú komu tey spakuliga siglandi inn móti bryggjuni í hesum fremmanda landi.
Hvat bíðaði teimum, og hvussu tey fóru at verða móttikin, vistu tey ikki. Tey vóru flýdd úr Noregi, tá ein bumba brast nær heimi teirra í Ålesund.
Ætlanin var, at tey skuldu fara við skipinum til ommuna og abban, sum búðu nærhendis. Men við tað, at Juvel var lastaður við lóðuri, varð avgjørt heldur at sigla til Føroya við skotverkinum.
Soleiðis bar tað á, at Herborg, saman við mammuni og systkjunum, kom at búgva í meiri enn 5 ár í Klaksvík. Pápin, sum var við, tá tey komu, fór seinni til Bretlands, har hann var við í norska herinum.
Komið til okkara
- Móttøkan vit fingu frá klaksvíkingum, var einastandandi. Komið til
okkara, komið til okkara, søgdu tey, sigur Herborg ógvuliga rørd.
Hon sigur, at í Føroyum lærdi hon gestablídni.
Tað var sjálvsagt ikki lætt at koma til eitt fremmant land, og tað gekk ein
tíð, áðrenn tey øll vóru komin rættiliga uppá pláss. Fyrst sluppu tey at vera inni hjá fólki, men seinni fekk mamma hennara eina íbúð í kjallaranum hjá Emmu Fugloy.
Mamma hennara fór at arbeiða í fiski, tí hon vildi sleppa undan at fara til konsulin eftir peningi.
Eftir at Herborg eina tíð hevði havt húspláss, fekk hon starv á tøystovuni hjá Michael Jaobsen. Handilin ?hjá Kal? er enn tann dag í dag á sama staði, sum hann var tá.
- At koma til Kal at arbeiða, var sum at koma í himmalin; har hevði eg tað ógvuliga gott, sigur Herborg.
Við gleði minnist hon aftur á øll tey, sum tóku hana at sínum hjarta, tá hon blaðung varð noydd at flyta so langt frá heimlandi sínum.
Helt øll vóru deyð
Herborg er ógvuliga rørd, og tárini koma ofta fram, meðan vit práta.
- Eg gjørdist ov gomul, áðrenn eg kom aftur til Føroya, og eg hevði ikki
væntað at sæð so nógv fólk, sum eg kenni, sigur hon.
Hon hevði roknað við, at flestu av hennara kenningum vóru deyð, men so
var ikki. Og tá Herborg fekk so nógvar innbjóðingar, at tíðin ikki strekti til, varð tað næstan ov nógv fyri hana.
Hon er ógvuliga takksom fyri tíðina, tá tey búðu í Føroyum. Og ferðin
til Føroya, hevur vakt nógvar kenslur í Herborg.
- Føroyar eru mítt annað móðuland, sigur hon.
Hon sigur, at hvørja ferð, hon fær ferilin av, at føroyingar eru í Ålesund,
bjóðar hon teimum inn, sama hvaðani í Føroyum tey eru.
Konfirmatiónin bíðaði
- Tá vit komu til Føroya, var eg komin til konfirmatiónsaldur. Men vit væntaðu hvønn dag, at kríggjið fór at enda, og konfirmatiónin varð útsett.
Men tað skuldu ganga meiri enn 5 ár, áðrenn Herborg og familja hennara aftur sóu heimland sítt. Heimafturkomin vórðu øll trý systkini, Herborg, Annfrid og Helge, fermd saman.
- Eg var tann einasta, sum græt, tá vit løgdu aftur frá landi í Føroyum, sigur Herborg.
Og tað var heldur ikki undarligt, at hon græt, tí higar kom hon, júst á gáttini millum barndóm og vaksnamannalívið. Her upplivdi hon síni føgru ungdómsár ? og nú mátti hon avstaðaftur.
At nærum seksti ár skuldu ganga, áðrenn Herborg sá Føroyar aftur, hevði hon helst ikki ætlað, men soleiðis bleiv tað.