Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tríggir persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanningini á sætta degi.
Í gjár vórðu 711 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 172.325 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 514 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 502 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 12 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna.